Kuldin ávirkaði elframleiðsluna

Kuldin ávirkaði elframleiðsluna
51 prosent av elframleiðsluni hjá SEV kom í fyrsta ársfjórðingi frá olju
 
18.04.2021 - 14:42

Kuldin í januar og februar ávirkaði elframleiðsluna hjá SEV. Fyrsta ársfjórðingin kom grøna elframleiðslan hjá SEV upp á 49 prosent av samlaðu framleiðsluni.

Frostið í januar og inn í hálvan februar hevði frostbinding við sær, ið minkaði munandi um vatnorkuframleiðsluna, umframt at stilla veðrið tarnaði vindorkuframleiðsluni.

51 prosent frá olju

Seinna helvt í februar og stóran part av mars var lýggjari í veðrinum og nógv regn. Hetta hevði við sær, at ferð kom á vatnorkuframleiðsluna.

Burðardygga framleiðslan hjá SEV var í januar 38 prosent, í februar var hon 53 prosent og í mars 56 prosent.

Í fyrsta ársfjórðingi framleiddi SEV mest streym úr olju, 51 prosent. 32 prosent kom frá vatni, 15 prosent frá vindi, biogass sløk tvey prosent, og sól 0,02 prosent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Leygardag 10. oktober
Upp á tá - 091026
214585
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040