Líka nógvur svartkjaftur sum í fyrraárið

Líka nógvur svartkjaftur sum í fyrraárið
Jákup Sverri hevur kannað svartkjaft sunnan fyri Føroyar og í norðara parti av gýtingarøkinum
Fyribilsúrslit av kanningunum við Jákup Sverra vísa, at líka nógvur svartkjaftur er í føroyskum sjógvi í ár sum i 2019. Eingin kanning varð gjørd í fjør.
 
20.04.2021 - 08:48

Fyribilsúrslit vísa, at líka nógvur svartkjaftur er í føroyskum sjógvi sum i 2019. Eingin kanning varð gjørd í fjør.

Jákup Sverri er júst liðugur at kanna svartkjaft sunnan fyri Føroyar og í norðara parti í gýtingarøkinum, upplýsir Havstovan. 

Sunnan fyri markið var svartkjafturin eystanfyri, fram við írsku og skotsku hellingini, og sera lítið úti á djúpum sjógvi.

Ringa veðrið gjørdi, at ikki bar til at kanna økið eystan fyri Føroyar í ár. 

Blandað stødd

Støddin var blandað. Trý ára gamal og eldri fiskur var suðuri við Hebridurnar og tvey ár og eldri fiskur sunnan fyri Wyville Thomson ryggin. 

Í bankarennuni norðan fyri ryggin var meginparturin óbúgvin eitt til trý ára gamal fiskur.

Kanningin hjá Havstovuni er skipað sum altjóða felags kanning undir ICES, har Føroyar eru við saman við Noregi, Írlandi, Niðurlondum og Spania. 

Í næstu viku verður roknað út, hvussu nógvur svartkjafturin er.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. juli
RagnarRokk: Alfio Annibalini um Stygian Waves
194129
Fríggjadag 25. juli
Morgunlestur fríggjadagur 25. juli 2025
194848
Hósdag 24. juli
Morgunlestur hósdagur 24. juli 2025
194847
Mikudag 23. juli
Sangir úr mínum lívi - Beinir
194884
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. juli
Veðrið
194969
Hósdag 24. juli
Motorarnir og maðurin
194948
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844