Politiið væl fyrireikað til dystin millum HB og Brøndby

Politiið væl fyrireikað til dystin millum HB og Brøndby
Løgreglan greiðir Brøndby-fjepparum frá, hvussu teir eiga at skikka sær, og hon er eisini sjónlig í havnargøtum
Politiið verður eisini sjónligt í havnargøtum í sambandi við fótbóltsdystin í kvøld. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
24.07.2025 - 08:09

Politiið sigur seg vera til reiðar, nú minst 500 Brøndby-fjepparar eru komnir ella koma til Føroya í sambandi við dystin móti HB í kvøld.

Politiið er á flogvøllinum, tá fjeppararnir koma, og greiða teimum frá, hvussu teir eiga at skikka sær, meðan teir eru her.

Politiið leggur eisini dent á at vera sjónligt í havnargøtum.

Millum annað var politiið væl mannað á Skálatrøð í gjár, tá nógv Brøndbyfólk vóru í Glitni og Irish pub.

Skeinkistøðini hava loyvi til at hava opið til klokkan tvey um náttina.

 

 

Politiið er betur fyrireikað í ár enn í fjør, tá Hadjuk Split úr Kroatia var her.

 

Friðarligt

Einki hevur tó verið, sum kravdi, at politiið legði uppí, sigur politiið.

Brøndby fekk 500 atgongumerki til dystin í kvøld, og bað um fleiri.

Politiið er betur fyrireikað í ár enn í fjør, tá Hadjuk Split úr Kroatia var her.

Tað hevur lært av teimum royndunum.

Poliitið í Føroyum hevur fingið hjálp úr Danmark at halda skil á, nú Brøndby er í Havn.

  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Leygardag 19. september
Upp á tá - 180926
213505
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303