Hava onkra slóð at elta

Hava onkra slóð at elta
Løgreglan kannar framvegis, hvør hongdi kúluna av einum grindahvali upp á húkin í Klaksvík
Løgreglan vil framvegis frætta frá fólki um málið um kúluna, sum varð hond upp á húkin í Klaksvík
Mynd: Sverri Egholm, portal.fo  
 
04.05.2021 - 15:29

Enn er ikki greitt, hvør hongdi kúluna av einum grindahvali upp á húkin í Klaksvík hósnáttina.

Løgreglan hevur onkra slóð at elta í málinum, men kanningarnar eru ikki lidnar enn, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Løgreglan vil framvegis frætta frá fólki, sum halda seg hava sæð ella vita okkurt, sum kann hava samband við málið.

Løgfrøðiliga er talan um eitt herverksmál, og tað kostar eisini at rudda upp eftir eitt sovorðið mál.

Tað var eftir eina lítla grind, sum legði beinini í Hvannasundi mikudagin, at kúlan á einum hvali varð hongd upp á húkin í Klaksvík.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860