Virðisløn fyri burðardygd

Virðisløn fyri burðardygd
Skála skúli fekk veðurlagsvirðislønina hjá Lærarafelagnum í ár
Virðisløn verður latin skúlum, sum ansa eftir veðurlagnum.
 
09.05.2021 - 09:58

Skála skúli fekk veðurlagsvirðislønina hjá Lærarafelagnum í ár.

Hon verður latin í samstarvi við Betri og Føroya náttúru og umhvørvisfelag. 

Í grundgevingini stendur, at Skála skúli hevur skarað framúr í arbeiðinum at geva børnum og ungum áhuga fyri og innlit í veðurlagsavbjóðingar og loysnir á veðurlagsavbjóðingum.

Seinnu árini hevur Skála skúli arbeitt miðvíst fyri, at alt í skúlanum er burðardygt. 

Endurnýta alt

Tey vaksnu hava gingið undan, og næmingarnir hava verið skjótir at tikið við. 

Tey endurnýta mestsum alt, brúka rusk og leivdir, virka burtur úr burðardyggum tilfari, skilja burturkast í fastari skipan, og so taka tey heimini við, so umhvørvisvinarliga tilgongdin røkkur inn í hvørt heim, har skúlabørn eru, stendur í grundgevingini fyri at geva Skála skúla veðurlagsvirðislønina í ár.

Hetta er aðru ferð, virðislønin er latin.

Í fjør vann Eysturskúlin í Havn.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 16. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Flákra
214897
Fríggjadag 16. oktober
RagnarRokk: Robert Richter um Cold Velvet
214017
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655