Samanbrestir halda fram

Samanbrestir halda fram
Vápnaðu samanbrestirnir millum Ísrael og Gazageiran halda fram á sætta degi
Rakettir raka mál í Gazageiranum.
Mynd: Kelda: Savn  
 
15.05.2021 - 18:26

Vápnaðu samanbrestirnir millum Ísrael og Gazageiran halda fram á sætta degi.

Sambært Ritzau eru 136 palestinar deyðir síðani mánadagin, tá samanbrestirnir byrjaðu. Millum teirra eru eisini kvinnur og børn. Umleið 1000 fólk eru særd. Níggju ísraelar hava latið lív. Harímillum ein hermaður og tvey børn.

Flestu loftálopini eru um markið millum Gazageiran og Ísrael, men eisini á Vestara Áarbakka hevur verið ófriður í nátt. Har lótu 11 palestinar lív.

Í dag - leygardag - sendi Hamas 200 rakettir inn yvir fleiri ísraelskar býir, har ímillum Tel Aviv, meðan ísraelski herurin helt fram við loftálopum, sum byrjaðu í nátt. Eitt av málunum hjá Ísrael í Gazageiranum var háhúsið, har millum annað deildir hjá tíðindastovunum AP og Al Jazeera húsast. Fólkini í bygningum fingu ein tíma at sleppa sær til rýmingar áðrenn háhúsið varð sprongt í luftina.

Enn hómast ongin endi á samanbrestunum millum vápnaðu herdeildirnar hjá Ísraelska herinum og Hamas. Partarnir tosa ikki beinleiðis saman enn, men handan leiktjøldini samráðast fleiri lond um vápnahvíld. Stjórnarumboð fyri millum annað USA, Egyptaland og Katar royna seg í løtuni sum semingsfólk fyri at steðga samanbrestunum. 

Og ST aðalskrivarin, Antonio Guterres, heitir á partarnar um at semjast um eina vápnahvíld sum skjótast, skrivar Ritzau.

Stríðið millum Ísrael og palestinar snýr seg í stuttum um hvør hevur rættin til býin Jerusalem, sum hevur stórt átrúnaðarligt virði fyri bæði ísraelskar jødar og palestinskar muslimar. Ósemja er eisini um ísraleskar búsetingar á Vestara Áarbakka skulu flytast, og um tey tvey londini skulu vera tveir statir frameftir.

Ósemja hevur verið millum partarnar í áratíggju, men orsøkin til vápnaðu samanbrestirnar í hesum umfarinum er øki Sheikh-Jarrah í eystara parti av Jerusalem. Palestinskar familjur hava búð í økinum í fleiri ættarlið, men ein ísraelskur dómstólur rak tey burtur, og eftir tað byrjaðu samanbrestirnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652