Læknafelagið mælir fólki til at koppseta seg

bannari
Læknafelagið mælir fólki til at koppseta seg
Koppsetingin er eitt týdningarmikið vápn móti koronufarsóttini, sigur felagið
Pál Weihe er formaður í Læknafelagnum
 
21.05.2021 - 09:30

Læknafelag Føroya mælir nú fólki til at koppseta seg fyri COVID-19 í almennum brævi.

Áheitanin kemur eftir at Jenis av Rana hevur sagt, at hann fyribils ikki fer at koppseta seg.

Koppsetingarnar fyri COVID-19 eru eitt týdningarmikið vápn móti koronufarsóttini, sigur Læknafelag Føroya.

Felagið mælir tí Føroya fólki til at lata seg koppseta fyri COVID-19, um tey tola at verða koppsett, stendur í skrivinum.

Tað kann ikki takast fyri givið, at vit ikki aftur verða rakt, og tí eiga vit at verja okkum sum best, sigur Læknafelag Føroya.

Nú hava tilsamans 19.153 fólk í Føroyum fingið fyrra prikið, og 7.824 hava fingið tað seinna prikið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439