Flogforboð ger tað truplari at flýggja

Flogforboð ger tað truplari at flýggja
Hvítarussiski andstøðuleiðarin, Svetlana Tikhanovskaja, ávarar um, at flogforboð ger tað torførari hjá andstøðingum at flýggja úr Hvítarusslandi
Svetlana Tikhanovskaja, ið stillaði upp til forsetavalið, tosar við fjølmiðlar eftir ein fund við Andrei Ravkov, hernaðarleiðara, í fjør summar
Mynd: AP (savnsmynd)  
 
27.05.2021 - 07:25

Tikhanovskaja er í litavska høvuðstaðnum, Vilnius, og hon sigur seg taka undir við avgerðini hjá ES, sum hevur sett flogførum úr Hvítarusslandi forboð fyri at flúgva í loftrúminum hjá ES-londunum.

Men hon ger samstundis vart við avleiðingarnar av avgerðini, skrivar tíðindastovan Ritzau.

Fólk í Hvítarusslandi hava ikki longur møguleikar at flýggja úr landinum, um tey ynskja at sleppa undan jagstran í heimlandinum.

Vit arbeiða við eini neyðætlan, sum skal gera tað møguligt hjá fólki, sum verða jagstrað, at sleppa úr Hvítarusslandi, sigur Svetlana Tikhanovskaja.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290