Fimm broytingar í landsliðshópinum

Fimm broytingar í landsliðshópinum
Venjarin hjá fótbóltslandsliðnum, Håkan Ericson, hevur verið noyddur at gjørt fimm broytingar í hópinum til dystirnar móti Íslandi og Liktinstein
Håkan Ericson, venjari, og Eli Hentze, hjálparvenjari, hava gjørt fimm broytingar
Mynd: Hans Erik Danielsen/FSF  
 
31.05.2021 - 08:05

Jóannes Kalsø Danielsen, Jákup Biskopstø Andreasen, Bjarni Petersen, Alex Mellemgaard og Jákup Johansen eru boðsendir til landsdystirnar móti Íslandi og Liktinstein.

Upprunaliga vórðu Rene Shaki Joensen, Heðin Hansen, Kaj Leo í Bartalsstovu, Ári Mohr Jónsson og Rógvi Baldvinsson úttiknir til komandi dystirnar, men av ymiskum orsøkum verður landsliðsvenjarin noyddur at síggja burtur frá hesum spælarum.

Í staðin hevur Håkan Ericson sent boð eftir Jóannes Kalsø Danielsen og Jákupi Biskopstø Andreasen úr KÍ, Bjarna Petersen og Alex Mellemgaard úr B36, og Jákupi Johansen úr Víkingi, sum er við á A-landsliðnum fyri fyrstu ferð. 

Fríggjadagin 4. juni klokkan 19:45 spæla Føroyar og Ísland á Tórsvølli, og mánadagin 7. juni klokkan 19:45 verður Liktinstein mótstøðuliðið. Landsliðið fer undir fyrireikingarnar mánadagin.

Hópurin
Teitur Matras Gestsson, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Mattias Heðinsson Lamhauge, B36
Viljormur Davidsen, Vejle BK (Danmark)
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gilli Rólantsson Sørensen, Odd Ballklubb (Noreg)
Jóannes Kalsø Danielsen, KÍ
Sonni Ragnar Nattestad, Dundalk FC (Írland)
Bjarni Petersen, B36
Alex Mellemgaard, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Meinhard Egilsson Olsen, Bryne BK (Noreg)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (Svøríki)
Tróndur Jensen, NSÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Hallur Hansson, AC Horsens (Danmark)
Jákup Johansen, Víkingur
Jóan Símun Edmundsson, DSC Arminia Bielefeld (Týskland)
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Skratsj 2. septembur 2026
212617
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439