Arbeiðsloysið eitt vet størri í ár

Arbeiðsloysið eitt vet størri í ár
Í dag eru 299 fólk, 128 kvinnur og 171 menn, skrásett hjá ALS
299 fólk eru skrásett sum arbeiðsleys í ALS í dag. 399 fólk fáa fiskavirkisstuðul
 
01.06.2021 - 09:06

Arbeiðsloysið er eitt vet størri í ár, enn tað var í fjør.

Í mars í ár var arbeiðsloysið 1,6 prosent, og tað var tað eisini í februar, upplýsir Hagstovan.

Í mars í fjør var arbeiðsloysið 1,4 prosent, og tað var 1,3 prosent í februar.

Tíggjundi hvør, sum var arbeiðsleys ella arbeiðsleysur í mars, hevði einki arbeiði havt í meira enn eitt ár.

Í dag eru 299 fólk, 128 kvinnur og 171 menn, skrásett hjá ALS.

399 fólk fáa fiskavirkisstuðul.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
RagnarRokk 22.oktober 2026
214664
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053