Pápin: Dóttirin var fitt, smæðin og arbeiðssom

Pápin: Dóttirin var fitt, smæðin og arbeiðssom
Pápi 16 ára gomlu gentuna, sum ein 26 ára gamal maður er ákærdur fyri at hava dripið, varð avhoyrdur í rættinum í dag
Pápin segði í rættinum, at hann var ikki serliga glaður fyri, at dóttirin og tann ákærdi vóru saman, tí sær dámdi ikki, at tann ákærdi drakk
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.06.2021 - 18:01

Rættarmálið móti einum 26 ára gomlum manni, sum er ákærdur fyri at hava dripið eina 16 ára gamla gentu í Hvannasundi í november í 2012, helt fram í Føroya rætti seinnapartin í dag. 

Á skránni hava verið vitnisavhoyringar av nærmastu familjuni hjá deyðu gentuni, har ákæruvaldið serliga hevur lagt dent á at geva eina mynd av, hvør Maria Fuglø Christiansen var. 

Fyrrapartin var mamma gentuna avhoyrd, og seinnapartin vórðu pápin og elsti beiggin avhoyrdir.

Pápin vísti á, at dóttirin var ein fitt, smæðin og arbeiðssom genta. 

Torført at práta við ákærda

Hann greiddi eisini frá, at hann kendi eitt sindur til tann ákærda, áðrenn hann og dóttirin komu saman, men at tann ákærdi var torførur at koma í prát við.

Pápin var ikki serliga glaður fyri, at dóttirin og tann ákærdi vóru saman, tí sær dámdi ikki, at tann ákærdi drakk. Hann vildi heldur, at dóttirin var saman við einum, ið ikki drakk. 

Sjálvur hoyra tey til eina samkomu í Klaksvík. 

Viðurskiftini millum faðir og dóttur broyttust, tá hon kom saman við ákærda, greiddi pápin frá. 

Hann plagdi at spyrja, hvar hon var um kvøldarnar, og bað hana koma heim, tá klokkan gjørdist ov nógv.  Pápin helt seg gera hetta av umsorgan, men dóttirin fór brádliga at halda, at hetta var eitt slag av eftirliti.

Viðurskiftini broyttust

Tað endaði við einari ósemja ta einu náttina, tá dóttirin sýtti fyri at koma til hús, men bleiv verandi saman við tí ákærda heima hjá ommu hansara. 

Dóttirin kom heim morgunin eftir, men pápin ásannaði, at hendan hendingin ávirkaði viðurskiftini millum hann og dóttrina. 

Nakrar dagar eftir hetta sendi Maria Fuglø Christiansen eisini foreldrunum eitt bræv. 

Í brævinum, sum varð lagt fram í rættinum, greiddi deyða gentan frá, at hon elskaði foreldrini, men at tey máttu góðtaka, at hon var seint úti um kvøldarnar, og at tey máttu vera góð við sjeikin, tí hann hevði einki gjørt teimum. 

Pápin greiddi frá, at eftir hetta brævið blivu hann og dóttirin øgiliga væl, og hon fekk størri frælsi at vera seint úti. 

Sambært pápanum tóktist dóttirin ikki at vera serliga kedd, tá tað seinni bleiv liðugt millum hana og ákærda. 

Fóru at leita

Pápin greiddi eisini frá kvøldinum og náttini, tá tey varnaðust, at dóttirin var horvin, og ein leiting bleiv sett í verk. 

Fyrst ringdu tey til øll hugsandi fólk, áðrenn hann sjálvur fór út við teimum, ið leitaðu fram við fjøruni. Hann greiddi frá, at hann stúrdi fyri, at um hon var farin á sjógv, so fór hann aldrin at síggja hana aftur. Tí fór hann suðureftir móti kirkjuni at vita, um hann fann nakað har á leið. 

Tað var um hetta mundið, at beiggin kom til hansara og fortaldi sær, at tey høvdu funnið líkið av dóttrini við byrgingina. 

Tá tað dagin eftir frættist í útvarpinum, at løgreglan ikki metti, at nakað illgrunavert var hent, fór pápin sjálvur at hugsa, at talan mátti vera um eitt óhapp, tí hann fekk tað ikki at passa, at dóttirin hevði beint fyri sær. Hann hevði tó ilt við at skilja, hvar dóttirin kundi vera dottin á sjógv, uttan møguleika at bjarga sær sjálvum upp á land. 

"Slett ikki í ordan"

At enda í vitnisfrágreiðingini spurdi ákærin pápan um eina dagbók hjá dóttrini. 

Pápin greiddi frá, at familjan visti einki um dagbókina fyrr enn seinni, tá tey fóru at rudda kamarið hjá dóttrini. Tá tey funnu hana, sóu tey, at tað síðsta, dóttirin hevði skrivað í dagbókina. var: (navnið á tí ákærda) er ikki nakað fyri meg, og hann er slett ikki í ordan."

Rættarmálið móti tí 26 ára gamla manninum heldur fram í morgin, tá fleiri vitnisavhoyringar vera.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 29. november
Vikuskiftið 29 nov 2024
184410
Fríggjadag 29. november
Breddin: Fráflyting og altingsval
184380
Fríggjadag 29. november
Góðan morgun Føroyar
184364
Fríggjadag 29. november
EM-trok #1: Vit kenna væl Sveis
184332
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 29. november
3-2
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321
Hósdag 28. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2)
184255
Mikudag 27. november
Kanst tú siga farvæl? (2:2)
184254