- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hungursneyð í Etiopia
Hungursneyð í Etiopia
Talan er um størstu hungursneyðina seinastu 10 árini, sigur ST
11.06.2021 - 09:11
Í Etiopia hava 350.000 fólk so lítið at eta, at talan er um hungursneyð, sigur ST.
ST sigur seg bera ótta fyri, at nógv fleiri fólk í landinum fara at líða hungur, og at talan er um størstu hungursneyðina seinastu 10 árini.
- Talið av fólkum, sum líða neyð, er tað størsta í heiminum síðani í 2011, tá umleið 250.000 fólk doyðu í hungri í Somalia, sigur hjálparleiðarin hjá ST í Etiopia, Mark Lowcock, sambært Ritzau.
Tað eru fólk í Tigray-landspartinum í Etiopia sum eru harðast rakt, tí har hevur kríggj verið í langa tíð millum etiopiska stjórnarherin og frælsisherin í Tigray, TPLF.
Etiopiska stjórnin hevur ikki góðkent frágreiðingina, sum ST hevur gjørt.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV