Nýggir skúlastjórar á Argjahamri og Meginskúlanum

Nýggir skúlastjórar á Argjahamri og Meginskúlanum
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg verður stjóri í Skúlanum á Argjahamri, og Jacqueline Lundgaard Benzon verður stjóri í Sandoyar Meginskúla
Marin Sigvaldsdóttir Bláberg verður nýggjur stjóri í Skúlanum á Argjahamri
 
24.06.2021 - 08:57

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg er sett í starvið sum skúlastjóri í Skúlanum á Argjahamri. 

Hon hevur í trý ár verið skúlastjóri í Vestmanna, og hon hevur eisini verið fyrstilærari í Hvalvík.

Marin Sigvaldsdóttir Bláberg er 47 ára gomul. Hon tók læraraprógv í 2003 og hevur tikið diplomútbúgving í námsfrøðiligari leiðslu á Fróðskaparsetrinum.

Hon byrjar í Skúlanum á Argjahamri tann 1.august.

Jacqueline Lundgaard Benzon er sett í starv sum skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla. Jacqueline er 59 ára gomul og tók læraraprógv í 1993. Umframt ymisk eftirútbúgvingarskeið hevur hon tikið útbúgving í námsfrøðiligari leiðslu.

Jacqueline hevur drúgvar royndir at undirvísa eins og royndir í leiðslu. Hon hevur verið varaskúlastjóri í Sandoyar Meginskúla síðan 2013, og hevur seinastu tvey skúlaárini starvast sum virkandi skúlastjóri. Eisini hevur hon røkt starvið sum skúlabókavørður í skúlabókasavninum í Sandoyar Meginskúla.

Jacqueline Lundgaard Benzon tekur við starvinum sum skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla tann 1. august 2021.

Jacqueline Lundgaard Benzon er nýggjur stjóri í Sandoyar Meginskúla
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Hósdag 1. oktober
Veðrið
214115
Hósdag 1. oktober
Virðislønir M. A. Jacobsens 2026
214129
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026