Varðhaldsfongslaður fyri knívstungu

Varðhaldsfongslaður fyri knívstungu
Viðkomandi er ein av monnum, sum politiið tók fyri harðskap seint í gjárkvøldið
Føroya rættur avgjørdi at varðhaldsfongsla skuldsetta mannin í fýra vikur.
 
24.06.2021 - 16:48

Ein maður er í dag varðhaldsfongslaður í fýra vikur, skuldsettur fyri at hava stungið ein mann í Havn í gjárkvøldið. 

Viðkomandi er ein av teimum monnum, sum politiið tók fyri harðskap seint í gjárkvøldið.

Einki krav bleiv sett um at varðhaldsfongsla hinar báðar mennirnar. 

Tað var klokkan 23.20 í gjárkvøldið, at politiið fekk boð um rok í einari íbúð í J.C. Svabosgøtu í Havn.

Var ikki í lívsvanda

Ein maður varð stungin við knívi, og annar harðskapur varð eisini framdur.

Tann, sum varð stungin, varð stungin eina ferð, og hann var ikki í lívsvanda, sigur Heri Andreassen, leiðari á Kanningardeildini hjá politinum.

Menninir eru í tretivunum og í fjørutinum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958