Koyrdi alt av skjótt í undirsjóvartunli

Koyrdi alt av skjótt í undirsjóvartunli
Ein maður misti koyrikortið treytað, tá hann var máldur at koyra 124 km/t í Norðoyatunlinum
Hámarksferðin í Norðoyatunlinum er 80 km/t.
 
12.05.2024 - 10:14

Ein maður misti koyrikortið treytað, tá hann var máldur at koyra 124 km/t í Norðoyatunlinum.

Politiið gjørdi ferðmátingar har í nátt.

Av tí, at maðurin bara hevur havt koyrikort í tvey ár, fekk hann eisini forboð fyri at koyra bil, um hann ikki stendur koyriroyndina, sum hann skal taka fyri at varðveita koyrikortið.

Hann kann tó koyra hetta til hann skal taka koyriroyndina.

Ein annar bilførari fekk klipp í koyrikortið, tí hann koyrdi 105 km/t, sambært mátingini.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329