Italia er evropameistari

Italia er evropameistari
"It's coming to Rome, it's coming to Rome," ýldi Leonardo Bonucci inn í upptøkutólið, og rætt hevði hann. Italia er evropameistari
 
11.07.2021 - 22:59

Máverjin hjá Italia, Gianluigi Donnarumma, gjørdist stóra hetjan, tá Italia vann evropameistaraheitið í fótbólti eftir brotssparkskapping. 

Ongland brendi trý brotsspørk, og vóru tað ungu menninir Saka, Sancho og Rashford, ið brendu. 

Jordan Pickford í málinum helt Ongland inni í brotssparkskappingini við tveimum bjargingum, men tað hjálpti ikki. 

Donnarumma varð valdur til besti leikara í EM.

Flúgvandi byrjan

Ongland kom annars flúgvandi frá byrjan í dystinum, ið annars endaði 1-1, tí tá bara hálvurannar minuttur var leiktur, legði vinstri vongbakkurin, Luke Shaw, Ongland á odda við einum vøkrum máli.

Luke Shaw byrjaði sjálvur álopið, tá hann spældi bóltin til Harry Kane, ið var komin langt aftur á vøllin eftir bóltinum. Kane gjørdi nakað tað sama, sum hann gjørdi móti Danmark í hálvfinaluni, tá hann sera hegnisliga fann Kieran Trippier á høgra vongbakki. 

Kyle Walker var komin framvið frá miðverjuni, og hansara yvirlapp, sum tað eitur á gomlum fótbótsmáli, gjørdi, at Trippier kundi geva sær góða tíð at velja tað heilt rætta innleggið. Innleggið varð sent aftur til aftaru stong, har Luke Shaw kom skúmandi og hálvfluktaði bóltin sera sannførandi í málið. 

 

Trilvandi italiumenn

Italiumenn vóru trilvandi fyrstu løtuna, og tað tók einar fimtan minuttir, áðrenn teir fótaðu sær.

So byrjaðu Veratti og serliga Jorginho at stýra miðvøllinum og dystarferðini.

Italia hevði tó ilt við at spæla seg fram til málmøguleikar, tí Immobile í álopinum hevði ein sera ringan dag og var ongantíð ordiliga við í dystinum. 

Ongland steðgaði eisini upp eftir leiðslumálið, og í seinna hálvleiki sat Italia á øllum, meðan Ongland hevði nokk við at verja. Serliga Chiesa hjá Italia var eyðsýndur, og tær atsóknirnar, sum komu móti enska málinum, komu frá hansara fótum. 

 

Innskiftingar vendu dystinum

Hendingina, ið broytti dystin, stóð italski venjarin, Mancini, fyri, tá hann skiftið Domenico Immobile og Nocolo Barella út, og sendi Domenico Berardi og Bryan Cristante á vøllin. Og serliga Cristante fekk ein avgerandi leiklut, tá Italia javnaði upp á horna.

Cristante snittaði bóltin víðari við fremsta stólpa, og við aftara stólpa fekk Veratti høvdið á bóltin, men ein framúrskarandi bjarging av Pickford gjørdi, at bóltin fór á stólpan. Fyrsti maður á bóltinum, tá hann støkk út aftur í spæl, var gamla verjukempan Bonucci, sum skoraði lættliga. 

Tað var uppiborið, at Italia javnaði, og tíverri fyri onglendingar, so vóru teir farnir so langt niður í ferð, at teir høvdu ilt við at fáa ferð aftur á spælið. 

Dysturin endaði við umdysti og brotssparkskapping, og har hevði Italia kanska heimsins besta málverja, Gianluigi Donnarumma. 

Onglendingar eru í kolkjallaranum. 

Italiumenn er í fótbóltshimmiríki. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400