Drotningin fekk ein gullprón frá landsstýrinum og løgtinginum

Drotningin fekk ein gullprón frá landsstýrinum og løgtinginum
Drotningin fekk eina serliga gullnál frá landsstýrinum og løgtinginum. Talan er um eitt avrit av einum víkingaringpróni, ið varð funnin í einari víkingagrøv í Tjørnuvík í 1956
Drotningin fekk eina serliga gávu frá løgmanni vegn Føroya fólk, landsstýrið og løgtingið. Ein gullnál, sum er eitt avrit av einum víkingaringpróni, sum varð funnin í Tjørnuvík
Mynd: Hans Petur Hansen  
 
15.07.2021 - 15:18

Seinnapartin vitjaði drotningin í Tinganesi, og í tí sambandi fekk hon handað ein serliga gávu frá løgmanni vegna Føroya fólk, landsstýrið og løgtingið. 

Talan er um eina gullnál, sum er eitt avrit av einum ringpróni, ið varð funnin í einari víkingagrøv í Tjørnuvík í 1956.

Ein prónur er long nál til støddar sum stór stoppinál (við høvdi av glasi el. silvuri) at festa turriklæði ella skjúrt við. 

Funnar vóru 12 gravir, og í tí einu lá ein sera væl varðveittur prónur.

Talan er um ein sokallaðan ringprón, sum ein kvinna hevur fingið við sær í grøvina um ár 900 í Tjørnuvík.

Tveir smádreingir funnu gravirnar í 1955. Upprunaligi ringbrónur var eisini vístur fram í Tinganesi í dag. 

Katrin Andreasen, gullsmiður, hevur gjørt prónin úr ektaðum gulli í støddarlutfallinum 1:1.

Hennara Hátign, sum hevur stóran áhuga í søgu, var sera fegin um gávuna og takkaði fyri.

Eftir ætlan skuldi drotningin fáa gávuna, tá ið hon fylti 80 ár, men vegna kornu, so hevur tað ikki borið til.

Nú høvið var, fekk hon gávuna í dag.

>>Hoyr eisini Sverra Dahl í 1983 greiða Niels Juul Arge frá um víkingagravirnar í Tjørnuvík

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025