HB vann á ísraelsku meistarunum

HB vann á ísraelsku meistarunum
1-0 til HB endaði dysturin á Tórsvølli í kvøld móti Maccabi Haifa úr Ísrael. Sigurin er tó ikki nóg mikið hjá HB at koma víðari í Europa Conference League-kappingini
 
12.08.2021 - 21:39

HB hevði so at siga ongan møguleika at spæla seg víðari í Europa Conference League-kappingini móti ísraelsku meistaranum Maccabi Haifa. 

Fyrri dysturin, ið bleiv spældur í hitanum niðri í Haifa, endaði nevniliga við stórtapi 7-2. 

Tískil hevði HB einans æruna hjá sær sjálvum, og Føroyum, at spæla fyri, og tað gjørdu dugnaligu HB-leikararnir so.  

Og góði hugburðurin hjá HB-leikarunum gav úrslit, tí tá dómarin bríkslaði av, so hevði HB vunnið 1-0. 

 

Przybylski skoraði

Einsamalla málið á Tórsvølli skoraði Michal Przybylski í 20. minutti, tá hann setti innarusíðuna á eitt framúrskarandi innlegg frá Danieli Johansen, sum enn einaferð var eyðsýndur á HB-liðnum. 

HB hevði eisini aðrar møguleikar í fyrra hálvleiki, men Mikkel Dahl var ikki nóg avgjørdur, tá hann koma at standa í góðum støðum. 

Dysturin dovnaði nakað, so hvørt sum seinni hálvleikur leið, og at enda kempaðu HB-leikararnir fyri at halda fast í leiðsluni og sigrinum. 

Hóast Maccabi Haifa var nær við nakrar ferðir móti endanum, so fekk HB ein kærkomnan evropiskan sigur fyri føroyskan fótbólt. 

 

HB – Maccabi Haifa 1-0 (1-0)

1-0: Michal Przybylski 20.

Dómari: Horatiu Fesnic úr Rumenia

HB: Teitur Matras Gestsson - Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen - Michal Przybylski, René S. Joensen - Pætur J. Petersen, Adrian Justinussen, Mads Bo Mikkelsen - Mikkel Dahl

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. september
Breddin: Hvat halda tingfólk um PISA-úrslitið?
213107
Fríggjadag 11. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
213097
Fríggjadag 11. september
RagnarRokk: Julien "Nutz" Deyers um The Ember Gone
213093
Fríggjadag 11. september
Morgunlestur fríggjadagur 11. september
212706
Hósdag 10. september
RagnarRokk 10.september 2026
212531
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002