Børn deyð í amerikanskum dronuálopi

Børn deyð í amerikanskum dronuálopi
Dronan rakti ein annan bil við tíggju fólkum, sum øll vóru í familju
Amerikanska dronan rakti eisini bil við tíggju fólkum, teirra millum vóru trý børn.
 
30.08.2021 - 15:27

Tíggju sivilfólk, teirra millum seks børn, lótu lív, tá ein amerikansk drona skeyt eftir einum bili í afganska høvuðsstaðnum Kabul í gjár.

Umboð fyri amerikanska hervaldið siga sambært altjóða miðlum, at ætlanin var at skjóta eftir einum manni í bili, sum hevði tilknýti til afghansku deildina hjá yvirgangsbólkinum IS, men ein annar bilur og eini hús fingu stóran skaða í álopinum.

Eftir ætlan skuldi dronuálopið raka yvirgangsmannin við spreingievnum í bilinum, og harvið forða fyri einum yvirgangsálopi.

Annar bilur eisini raktur

Men BBC skrivar, at ein annar bilur varð eisini raktur, tá bilførarin skuldi parkera hann uttan fyri heimið hjá teimum tíggju fólkunum, sum øll vóru í familju.

- Vit eru sannførd um, at vit raktu ætlaða málið, tí tað vóru tvær spreingingar, sigur ein talsmaður fyri amerikanska hervaldið.

Seinna spreingingin bendir á, at ein munandi nøgd av spreingievni var í bilinum, sigur hann, og leggur aftrat, at tey eru sera hørm um øll ósek lív, sum vera mist.

Hervaldið sigur seg verða farið at kanna, hvat hendi undir dronuálopinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659