Landsrætturin longdi fongsulsrevsingina eitt ár

Landsrætturin longdi fongsulsrevsingina eitt ár
Maðurin, sum er dømdur fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir, skal sita fýra ár í fongsli
Maðurin, sum varð dømdur trý ára fongsulsrevsing í Føroya rætti, fekk eitt ár í fongsli aftrat í landsrættinum.
 
02.09.2021 - 09:49

42 ára gamli maðurin, sum í Føroya rætti 30.mars í ár fekk trý ára fongsulsrevsing, fekk í gjár eitt ár afturat í Eystari landsrætti.

Maðurin er dømdur fyri at hava kynsliga misnýtt tríggjar dreingir í hálvt triðja ár, frá 2017 til desember 2019.

Maðurin er funnin sekur í øllum 11 ákærum, sum eisini umfata barnaporno, at hava keypt rúsdrekka til børn undir 18 ár, og at hava havt tjóvagóðs um hendi.

Forvaring ella fimm ára fongsul

Ákæruvaldið kravdi forvaring, trygdarvarðhald, ella fimm ára fongsul. Í Føroya rætti var kravið átta ár.

Verjin helt hálvt triðja ella trý ár vóru nóg hørð revsing.

Maðurin játtaði seg sekan ella partvís sekan í níggju av teimum 11 ákærunum.

Til Danmarkar at sita

Maðurin hevur verið í varðhaldi síðani 16.desember í 2019.

Ákæruvaldið skeyt dómin hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin. Nú fer hann úr Mjørkadali í fongslið í Herstedvester, har hann fær viðgerð.

Hann verður sambært venjuni royndarleyslatin næsta summar.

Fólk, sum verða dømd í fongsul, plaga at sita tveir triðingar av dóminum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025