Røkt fingið 196.000 krónur í dagbótum

Røkt fingið 196.000 krónur í dagbótum
Smápartafelagið Røkt hevur fingið í hvussu er 196.000 krónur í dagbótum, tí teir enn ikki hava tikið sílini av, sum eru eftir í Heygadali, hóast teir hava fingið boð um tað
Føroysku ælabogasílini eru ikki enn tikin av. Smápartafelagið Røkt má tí rinda dagbøtur.
 
04.09.2021 - 18:30

Kringvarpið hevur fingið innlit frá Heilsufrøðiligi starvstovuni viðvíkjandi støðuni hjá føroysku ælabogasílunum.

21. juni í ár hevði Røkt fingið sum freist, at taka øll sílini av. Men øll sílini vóru ikki tikin. Umleið túsund vóru eftir.

Innlitið vísir, at tá ið Heilsufrøðiliga starvstovan tann 3. juli 2021 kundi staðfesta, at sílini ikki vóru tikin av, vóru dagbøtur álagdar Røkt.
Fyrstu vikuna, sum var 2.-9. juli, vóru dagbøturnar 1.000 krónur um dagin, næstu vikuna 2.000 krónur um dagin og tær hækkaðu so við 1.000 kr. hvørja viku. Hækkingin skuldi fara fram, til ólógligu viðurskiftini vóru komin í rættlag.

Innlitið vísir, at Røkt hevur fingið dagbøtur til og við 19. august. Tá eru tær 7.000 krónur um dagin. Tilsaman hevur Røkt sostatt fingið rokningar fyri 196.000 krónur í dagbótum. Helst skulu rokningar fyri dagbøtur eisini skrivast fyri tíðarskeiðið eftir 19. august og fram til í dag, og so fer rokningin uppum 300.000 krónur. 

Heilsufrøðiliga starvstovan hevur eisini verið á eftirlitsvitjan nakrar ferðir. 

Í niðurstøðuni frá vitjanini 5. juli stendur, at sílini ikki hava tað gott, og at Røkt skal skjótast gjørligt taka øll sílini av. Um avgerðin ikki verður fylgd, kann tað ávirka vælferðina hjá fiskinum og kann merkja, at djóravælferðarlógin verður brotin.

Heilsufrøðiliga starvstovan vísir eisini á, at um Røkt ikki tekur fiskin av, kann stovnurin seta tiltøk í verk. 

Í skrivi frá Heilsufrøðiligu starvstovuni 27. juli til Røkt stendur millum annað soleiðis:

Hin 21. juli 2021 vóru umboð fyri Heilsufrøðiliga starvsstovuna í Heygadali í Vestmanna á eftirlit. Staðfest var, at sílini framvegis vóru livandi. Harafturat, havandi í huga eftirlitsfrágreiðingina, og avgerðina hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, dagfesta 9. juli 2021, frá eftirlitsvitjanini 5. juli 2021, er einki sum týður uppá, at heilsustøðan hjá sílunum er broytt. 

At sílini framvegis ikki eru avtikin er ikki haldbart, og verður tískil víst til § 23 í alilógini.
Sambært § 23 í alilógini er heimild at seta tiltøk í verk, um ein ásett freist ikki er hildin.
Sambært grein 23, stk. 3, kunnu útreiðslurnar til slík tiltøk verða álagdar tí, sum hevur ábyrgdina.
Um so er, at ásetta freistin at útinna áleggingina eftir § 21 ikki er hildin, kann landsstýrismaðurin seta tiltøkini í verk.

og víðari:

Um sílini framvegis eru á vatninum í Heygadali mánadagin 30. august 2021, fer Heilsufrøðiliga starvsstovan, sambært § 23 í alilógini, at skipa fyri, at sílini vera tikin av. P/F Røkt kemur at bera allar útreiðslurnar av arbeiðinum, sambært § 23, stk. 3 í alilógini. Kostnaðurin fyri starvsfólk hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni, er sambært kunngerð nr. 6 frá 2009, kr. 345,- tíman. Harafturat koma møguligar útreiðslur til undirveitarar.

30. august tosaði útvarpið við Jóhan í Niðristovu, stjóra í Røkt. Tá segði hann, at Røkt framvegis hevði nøkur hundrað síl í Heygadali. Hann ætlaði enn einaferð at hava fund við politikarar fyri møguliga at fáa teir at broyta avgerðina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Leygardag 10. januar
Upp á tá - 090126
202480
Leygardag 10. januar
Vikugesturin: Mitt í tónleikinum
202479
Leygardag 10. januar
Vikan 10. januar 2026
202471
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459
Hósdag 8. januar
Margreta - teknmálstulkað
202400
Hósdag 8. januar
Veðrið
202397
Mikudag 7. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202341