Grundlógaravhoyring: Royndi at bíta eitt løgreglufólk

Grundlógaravhoyring: Royndi at bíta eitt løgreglufólk
Ein maður skal í grundlógaravhoyring í dag, tí hann royndi at bíta eitt løgreglufólk í nátt.
Føroya Rættur, savnsmynd
 
05.09.2021 - 09:25

Ein maður verður framsettur í grundlógaravhoyring í dag klokkan 13. Orsøkin er, at maðurin var rúsaður í nátt og svav mitt á vegnum. Løgreglufólk komu á staðið og royndu at hjálpa manninum heim, men hann gjørdi mótstøðu og varð tí handtikin. Tá maðurin varð handtikin, royndi hann at bíta eitt løgreglufólk. Tað er ólógligt sambært §21 í revislógini - og hóast tað ikki eydnaðist manninum at bíta løgreglufólkið, so verður tað revsað eins hart, og um tað eydnaðist. Tað greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá í dag. Tí verður grundlógaravhoyring klokkan 13 í dag. 


Løgreglan sigur, at tað vóru sera nógv fólk í býnum í Havn í nátt, men fyri tað mesta spældi væl av. Í Norðurøkinum í landinum varð løgreglan eisini boðsend í nátt, tá ið ein kvinna og ein maður fóru til hendurs. Tann maðurin bleiv handtikin og skuldsettur fyri harðskap, sigur løgreglan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Leygardag 11. juli
HM-tíðindi 11. juli 2026
210819
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815