Íslendingar leita eftir lodnu

Íslendingar leita eftir lodnu
Havrannsóknarskipini Bjarni Sæmundsson og Árna Friðriksson gera kanningarnar
Savnsmynd
 
09.09.2021 - 10:02

Bæði íslendsku havrannsóknarskipini eru farin at leita eftir lodnu.

Hetta er kanningarferðin, sum verður gjørd hvørt heyst. Samstarv er millum Ísland og Grønland um kanningina.

Bjarni Sæmundsson ger kanningarnar fyri íslendsku havrannsóknarstovuna, og grønlendingar hava leigað Árna Friðriksson.

Farið verður víða um vestan fyri Ísland og við Eysturgrønland. Skipini sigla 7.000 fjórðingar.

Grundarlag undir tilmæli
Bjarni Sæmundsson er úti í 17 dagar og Árni Friðriksson í 19 dagar.

Tá ið skipini koma inn aftur, verður nýtt tilmæli gjørt um lodnuna fiskiárið 2021-2022.

Og um mánaðarskiftið november-desember kemur tilmæli um lodnuveiðuna 2022-2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025