Russiski ráðharrin í tilbúgving deyður í vanlukku

Russiski ráðharrin í tilbúgving deyður í vanlukku
Jevgeni Zinitjev doyði, tá ið hann royndi at bjarga einum manni frá at drukna í russiska partinum av Arktis, stendur í fráboðan frá ráðnum
Mynd: AP-tíðindastovan  
 
09.09.2021 - 16:04

Vanlukkan hendi undir stóru tilbúgvingarvenjingini, sum 55 ára gamli Zinitjev hevði eftirlit við. 

Tey stóðu fleiri á einum palli saman við fotografinum. Fotografurin snávaði og datt á sjógv. Nógv vitni vóru, men Zinitjev var kvikur at leypa á blámann fyri at bjarga manninum, men í lopinum rakti Zinitjev ein stein og doyði av tí. 

Óváttaðar upplýsingar siga, at tað var kendi russiski fotografurin, Alexander Melnik, sum datt, og sagt verður í fráboðanini, at hann doyði eisini í vanlukkuni.

Tætt tilknýti til Putin

Zinitjev byrjaði í russisku trygdartænastuni, KGB, í 1987, og hann hevur tætt tilknýti til Vladimir Putin, forseta. Sagt verður, at hann hevur verið lívverji hjá Putin, og seinni tænastuheryvirmaður og seinni stjóri fyri trygdardeildini hjá Putin. 

Hann hevur eisini verið leiðari fyri anti-yvirgangsvirkseminum í trygdartænastuni, FSB, og var eitt stutt skifti vara-guvernøur í Kaliningrad. Í 2018 gjørdist hann ráðharri í tilbúgvingarmálum.

Vladimir Putin hevur sent Zinitjev-familjuni samhugaboð. - Forsetin og Zinitjev arbeiddu tætt saman í fleiri ár. Hetta er stórur missur fyri forsetan, segði Dmitry Peskov, talsmaður hjá Putin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025