- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsverk stevnir TG-Verk Føroyar og ARK99

Landsverk hevur í løtuni trý rættarmál í sambandi við byggimál.
Tað stendur í ársfrágreiðingini um fíggjarárið 2020 hjá Landsgrannskoðanini.
Landsverk hevur stevnt ARK99 eftir 1,4 mió.kr., tí ósemja er um ein ráðgevarafeil í samband við Tekniska skúla í Klaksvík.
Skúlin lekur sera illa. Tilboð siga, at umvælingin av skúlanum kostar slakar tvær milliónir krónur.
Kravið hjá Landsverki er 3,4 mió. kr. Tað var latið gerðarrættinum í august.
Harafturat hevur MT Højgaard stevnt Landsverki eftir góðum fimm mió.kr. í sambandi við verkætlanina Glasir.
Og Landsverk hevur stevnt TG-Verki Føroyar eftir 11 mió.kr. í sambandi við Hamragarð í Vági. Sambært ársfráreiðingini er Hamragarður tí ikki latin kommununum í Suðuroynni enn.



























