Guterres ávarar Kina og USA

Guterres ávarar Kina og USA
Heimsins lond hittast á ST-aðalfundi í New York í dag
Antonio Guterres, ST-aðalskrivari, ávarar um kalt kríggj.
 
21.09.2021 - 09:09

ST-aðalskrivarin, Antonio Guterres, ávarar nú Kina og USA um halda seg frá einum nýggjum køldum kríggi.

Guterres sigur við AP tíðindastovuna, at Kina og USA mugu bøta um tey púra óvirknu viðurskiftini landanna millum, áðrenn tey fara at ávirka viðurskiftini millum onnur lond, tá Kina og USA hava so stóra ávirkan.

Heimins lond hittast í New York í dag á ST-aðalfundi fyri fyrstu ferð í tvey ár, eftir at fundurin í fjør var av ongum vegna koronafarsóttina.

Guterres sigur við AP, at Kina og USA, sum eru størstu búskapirnir í heiminum, mugu samstarva um eitt nú veðurlagsbroytingarnar, men tíverri eru tað einans samanbrestir og ósemjur, sigur hann.

- Vit hava tørv á, at viðurskiftini millum hesi londini gerast betri. Tað er av alstórum týdningi fyri nógv stórmál, tí tey kunnu ikki loysast, um USA og Kina ikki kunnu semjast, sigur Guterres við AP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963