Grønlendska fiskivinnan skal lurta eftir fiskifrøðini

Grønlendska fiskivinnan skal lurta eftir fiskifrøðini
Ein nevnd, sum hevur viðgjørt fiskivinnuna, mælir til at at skerja toska- og svartkalvakvoturnar. Og jollufiskararnir skulu verða færri
Fiskivinnunevndin í Grønlandi mælir til, at jollufiskararnir verða færri. Teir hava annars fingið størri kvotu seinastu árini.
 
24.09.2021 - 08:24

Fiskivinnunevndin í Grønlandi rópar varskó í frágreiðingini, sum nú er komin.

Toskakvoturnar og svartkalvakvoturnar skulu minka. Tær skulu verða tær, sum fiskifrøðingar mæla til, at tær eru.

Og jollufiskararnir, sum grønlendingar kalla teir, skulu verða færri. Teir hava annars fingið størri kvotur seinastu árini.

Toskakvoturnar í 2018 vóru til dømis tríggjar ferðir størri enn vísindaliga ráðgevingin var. Og í 2019 vóru svartkalvakvoturnar dupult so stórar.

Eftirkomarar skulu eisini liva av fiskiskapi

Boðskapurin hjá nevndini er, at børnini og abba- og ommubørnini skulu eisini kunna liva av fiskiskapi.

Grønland útflytir fisk og fiskavørur fyri yvir fimm milliardir krónur um árið. Fiskurin er 91 prosent av útflutninginum.

Frágreiðingin hjá fiskivinnunevndini, sum byrjaði fyri meira enn tveimum árum síðani, er eisini tilmæli um nýggja fiskivinnulóg.

Seta stýri

Fyri at sleppa undan, at politikarar áseta kvoturnar, mælir nevndin til at seta eitt stýri til tess, hetta fyri at tryggja grundregluna um armslongd.

Meirilutin í fiskivinnunevndini mælir til, at kvoturnar hjá jollufiskarunum eru umsetiligar, tað er, at tær kunnu seljast.

Fiskivinnulóggávan í Grønlandi er frá 1996, men nógvar broytingar eru gjørdar síðani tá.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777