Handilskríggið millum USA og Kanada harðnar

Handilskríggið millum USA og Kanada harðnar
Kanada hevur lagt toll á umleið 700 amerikanskar vørur, og nú svarar USA aftur
Handilskríggið millum USA og Kanada harðnar.
 
09.09.2026 - 11:07

Handilskríggið millum USA og Kanada herðist.

Í nátt, føroyska tíð, kunngjørdi heimasíðan hjá Hvítu húsunum, at USA fer at banna innfluttninginum av eini røð av kandiskum vørum.

Bannið fevnir um vørur, ið innihalda alkohol. Eitt nú øl, vín, whisky, romm og tequila.

USA fer heldur ikki at flyta inn motorsúkklur úr Kanada, og bannið rakar eisini fleiri mjólkarvørur.

Amerikonsku handilstiltøkini koma í kjalarvørrinum á, at Kanada í gjár legði toll á okkurt um 700 amerikanskar vørur. 

Kanada leggur 15 til 50 prosent toll á eitt nú stál, elektronikk, træ og mjólkavørur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334