Merkel ynskt Scholz til lukku við valinum

Merkel ynskt Scholz til lukku við valinum
Armin Laschet, kanslaraevni hjá CDU, hevur framvegis vónir um, at hann kann skipa stjórn
Sosialdemokratiski flokkurin hjá Olaf Scholz gjørdist størsti flokkur á valinum í Týsklandi.
 
29.09.2021 - 15:55

Fráfarandi samveldiskanslarin í Týsklandi, Angela Merkel, hevur ynskt sosialdemokratiska formanninum, Olaf Scholz, til lukku við valsigrinum.

Tað gjørdi hon mánadagin, stendur í fráboðan í dag.

Flokkurin hjá Merkel, Kristnu Demokratarnir, CDU, høvdu hinvegin lutfalsliga vánaligt val.

Men Armin Laschet, sum er kanslaraevni hjá CDU, hevur kortini ikki mist vónina um, at hann kann skipa samgongustjórn. Men trýstið á hann um at viðurkenna, at flokkurin tapti valið, veksur.

Armin Laschet hevur framvegis ikki alment ynskt Scholz til lukku við sigrinum. 

Keldur í CDU og sosialdemokratiska SPD upplýsa tó fyri AFP-tíðindastovuni í dag, at Laschet í brævi hevur ynskt Sholz til lukku, skrivar NTB.

Angela Merkel, fráfarandi samveldiskanslari, hevur ynskt  SPD-leiðaranum, Olaf Scholz, til lukku við valinum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537