Ferðslan í Eysturoyartunlinum veksur spakuliga

Ferðslan í Eysturoyartunlinum veksur spakuliga
Í september koyrdu 4.755 bilar um dagin. Í august koyrdu 4.500 bilar
Í september koyrdu fleiri bilar í Eysturoyartunlinum enn í august.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.10.2021 - 14:38

Í meðal 255 fleiri bilar um dagin koyrdu í Eysturoyartunlinum í september enn í august.

Ferðslan í september var 4.755 bilar um dagin samanborið við 4.500 í august. 

September er eisini mánaðurin, tá mesta ferðsla hevur verið, síðani Eysturoyartunnilin læt upp. 

Frammanundan var juni mánaðurin, tá mesta ferðslan var. Men í september koyrdu í meðal 188 bilar fleiri.

4.140 bilar um samdøgrið koyrdu millum Eysturoynna og Streymoynna í september, og 615 bilar koyrdu millum eystara og vestara arm á Skálafjørðinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 4. juni
KAKUMiKS (5:7) - teknmálstulkað
192833
Mikudag 4. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
192827
Týsdag 3. juni
Veðrið
192798
Mánadag 2. juni
3-2 (2. juni 2025)
192752
Mánadag 2. juni
E4_4K_TIL_NET_v3 - teknmálstulkað
192735