Kanna nú, um talan var um vanlukku

Kanna nú, um talan var um vanlukku
Svenski teknarin Lars Vilks og tvey løgreglufólk doyðu av ferðsluvanlukku sunnukvøldið
Svenski Muhammed-teknarin, Lars Vilks, doyði í ferðsluvanlukkuni sunnukvøldið
Mynd: RitzauScanpix  
 
05.10.2021 - 14:53

Svenska løgreglan kannar, um talan yvirhøvur var um eina vanlukku, tá ið bilurin við svenska Muhammed-teknaranum, Lars Vilks, koyrdi ígjøgnum bilverjuna og kom út í mótkoyrandi vegbreyt, har hann stoytti saman við ein lastbil sunnukvøldið.

Í bilinum sótu Lars Vilks og tvey trygdarløgreglufólk, og tey lótu øll lív.

Svenski teknarin er kendur fyri at hava teknað høvdið á islamska profetinum, Muhammed, á ein deyðan hund.

75 ára gamli Lars Vilks hevði politiverju, tí hann varð hóttur eftir lívinum eftir at hava teknað profetin.

Í tíðindaskrivi frá svensku løgregluni í gjárkvøldið, verður sagt, at høvuðsákærin, Kajsa Sundgren, hevur ábyrgdina av at kanna tann partin, ið snýr seg um starvsfólk í løgregluni.

Væl brynjaður

- Nú skal kannast, um nakað løgreglufólk hevur framt eitt brotsverk í sambandi við vanlukkuna, og um onnur kunnu hava elvt til hana, stendur í tíðindaskrivinum. 

Bilurin hjá Vilks hevði brynjaðar rútar, og vigaði tí 4,5 tons.

Svenska løgreglan og Skaðakanningarnevndin á tíðindafundi í gjár um ferðsluvanlukkuna. (Mynd: RitzauScanpix)

-  At bilurin er so tungur, kann verða orsøkin til, at hann kláraði at koyra ígjøgnum bilverjuna, segði Stefan Sintéus frá Skaðakanningarnevndini á tíðindafundi í gjár.

Ein bilur við løgreglufólkum fylgdi bilinum hjá Vilks, men onkurvegna var hesin bilurin so mikið langt frá Vilks, tá ið vanlukkan hendi, at løgreglufólkini í tí bilinum sóu ikki, hvat hendi.

Førarin á lastbilinum slapp frá vanlukkuni við lívinum, men hann hevur fingið skaða. Bilførarin verður nú avhoyrdur, skrivar danska TV2.

Lars Vilks og tvey løgreglufólk doyðu í ferðsluvanlukkuni, sum nú verður kannað. (Mynd: RitzauScanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Credo: Fangaði í frumskóginum
205807
Leygardag 21. mars
Jambalaja - 210326
205988
Leygardag 21. mars
Upp á tá - 200326
205987
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949