Sóknast enn eftir vitnum

05.10.2021 - 14:27
Aktuelt112
Sóknast enn eftir vitnum
Løgreglan vil hava at vita, hvat hendi, tá ein maður varð funnin í Eysturbýnum í Havn við ongum viti
Løgreglan sóknast enn eftir vitnum í sambandi við eina hending í Havn næstseinasta fríggjadag.
Mynd: Savnsmynd  
 

Eingi vitni hava vent sær til løgregluna í sambandi við eina hending í Eysturbýnum í Havn næstseinasta fríggjadag.

Ein ungur maður varð funnin umleið kl. 4 hesa náttina á vegamótinum Djóna í Geilgøta/Bókbindaragøta við skaða í andlitinum.

Maðurin varð seinast sæddur uttan fyri Hotel Brandan um hálvgum tvey tíðina fríggjanáttina, men tá hann hálvanannan tíma seinni varð funnin niðarlaga í Eysturbýnum, hevði hann einki vit.

Maðurin er um 20 ára gamal og var í svartari hettutroyggju, svørtum buksum og hvítum skóm. 

Løgreglan sóknast eftir vitnum, sum møguliga kunna siga, hvat er farið fram í tíðarbilinum, frá at maðurin varð sæddur við Hotel Brandan, til hann varð funnin í Djóna í Geilgøtu. 

- Vitnisfrágreiðingar hava týdning fyri kanningararbeiðið hjá løgregluni. Vit mugu vita, hvat er hent, og um talan er um eitt brotsverk, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini, Jóannes Østerø. 

Vitni kunnu venda sær til løgregluna á tlf. 114.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Brunsj við Mariann Mikkelsen
157891
Leygardag 3. juni
Jambalaja 030623
157881
Leygardag 3. juni
Morgunlestur leygardagur 3. juni 2023
157632
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Nýggjastu sendingar í SV