Dømdur fyri kynsligan ágang og hóttan

Dømdur fyri kynsligan ágang og hóttan
Ein 37 ára gamal maður er dømdur níggju mánaða fongsulsrevsing í Føroya rætti
Føroya rættur hevur dømt fyri kynsligan ágang.
 
30.06.2025 - 09:46

Ein 37 ára gamal maður er dømdur níggju mánaða fongsulsrevsing í Føroya rætti.

Tríggir mánaðir eru treytaðir.

Maðurin kærdi alt fyri eitt dómin til Landsrættin. 

Maðurin er dømdur fyri kynsligan ágang móti gentu, sum var yngri enn 15 ár.

Hann  er dømdur fyri annað kynsligt samband enn samlegu við 12 ára gamla gentu.

Hetta var, sambært ákæruritinum, í 2007.

Tvær ákærur eru. 

Í aðrari ákæruni var maðurin ákærdur fyri at gera seg inn á gentuna ikki færri 50 ferðir.

Í hinari ákæruni er talan um eittans brot.   

Hótti dóttur sína við byrsu 

Maðurin er eisini ákærdur fyri hóttan.

Hann var ákærdur fyri at sikta eftir átta ára gomlu dóttur sínari við høglbyrsu.

Hann siktaði eftir høvdi hennara, stendur í ákæruritinum, og skal hava sagt, at her vil eg raka teg, og so doyrt tú, ella okkurt sovorðið.

Hetta skal hava verið í 2021.

Maðurin noktar seg sekan í kynsligum ágangi.

Men hann játtaði at hava hótt dóttur sína.

Hann er eisini dømdur at rinda 40.000 kr. í endurgjaldi fyri kynsliga ágangin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025