Kurz hevur lagt frá sær

Kurz hevur lagt frá sær
Í Eysturríki hevur forsætisráðharrin, Sebastian Kurz, lagt frá sær. Uttanríkisráðharrin, Alexander Schallenberg, tekur við.
 
10.10.2021 - 11:51

Kinkur kom í stjórnarsamstarvið mikudagin, tá ið løgreglan framdi húsarannsóknir á skrivstovuni hjá forsætisráðharranum og á skrivstovunum hjá konservativa ØVP-flokkinum.

Sterkur illgruni er um, at flokkurin hevur brúkt pengar hjá fíggjarmálaráðnum, okkurt um átta milliónir krónur, til at rinda fyri tilsnikkaðar meiningakanningar, sum hava verið til fyrimuns fyri Kurz.

Eisini hevur hann keypt sær stórar lýsingargreinar og umrøðu í tíðindabløðum, sum er at rokna sum falstíðindi.

- Tjóðin hevur størri týdning enn eg sjálvur. Okkum tørvar støðug politisk viðurskifti, og tí leggi eg frá mær, segði Sebastian Kurz á tíðindafundi í gjár.

Vildu reisa misálit

Andstøðuflokkarnir høvdu fyrireikað at reist misálit á forsætisráðharran, sum eftir ætlan skuldi viðgerast týsdagin.

Hin stjórnarflokkurin, Tey Grønu, hava eisini heitt á forsætisráðharrin um at leggja frá sær.

Uttanríkisráðharrin, Alexander Schallenberg, tekur við sum forsætisráðharri.

Sebastian Kurz heldur fram sum floksformaður og tingmaður.

Enn ein gøla

Hetta er ikki fyrstu ferð, at gølur skaka eysturrískan politikk.

Í 2019 varð varakanslarin hjá Kurz, Heinz-Christian Strache, avdúkaður fyri mutur.

Der Spiegel og Suddeutsche Zeitung almannakunngjørdu tá videoupptøkur, har hann bjóðaði einum russiskum ríkmanni almennar sáttmálar aftur fyri politiskan stuðul.

Sebastian Kurz skrivaði tá út val, og Heinz-Christian Strache gavst í politikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425