Navalnyj fær Sakharov-virðislønina

Navalnyj fær Sakharov-virðislønina
Aleksej Navalnyj hevur síðani í januar sitið fongslaður, eftir at hann kom aftur til Russlands úr Týsklandi
Aleksej Navalnyj fær Sakharov-virðislønina frá Evropatinginum í ár.
Mynd: RitzauScanpix  
 
20.10.2021 - 15:30

Aleksej Navalnyj, russiski andstøðuleiðarin, sum situr í fongsli, hevur fingið Sakharov-virðislønina frá Evropatinginum. 

Tað skrivar størsti bólkurin í Evropa tinginum, EPP, á Twitter.

Aleksej Navalnyj hevur funnist hvassliga at forsetanum í Russlandi, Vladimir Putin. Navalnyj hevur síðani í januar sitið fongslaður, eftir at hann kom aftur til Russlands úr Týsklandi.

Frammanundan var hann í viðgerð fyri eitt eiturálop, sum hann heldur, Kreml framdi. Russiski forsetin hevur tó víst hesum aftur.

Uppkallað eftir Sakharov

Sakharov-virðislønin er uppkallað eftir russiska alisfrøðinginum  og politiska andstøðinginum, sum eisini fekk Nobel-heiðurslønina, Andrej Sakharov, sum ofta gjørdi vart við seg í Sovjetsamveldinum.

Síðani 1988 er heiðurslønin latin á hvørjum ári til tjóðarting ella til fólk og felagskapir, sum stríðast fyri mannarættindum og grundleggjandi frælsisrættindum. Umframt heiðurin, fær Navalnyj 50.000 evrur, sum svara til 372.000 krónur. 

Í fjør fekk andstøðurørslan í Hvítarusslandi Sakharov-virðislønina. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta í Kunoyar kirkju
206006
Sunnudag 22. mars
Bolero
206000
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963