Fá ferðafólk vóru við Spógvanum

Fá ferðafólk vóru við Spógvanum
Eftir ferðaætlanini í ár siglir Teistin 18 ferðir um vikuna beinleiðis millum Gomlurætt og Hest 
Ferðafólkatalið var 0,2 í miðal fyrsta túrin hjá Spógvanum kl.07.00, síðani eitt ella tvey fólk, tá farið var aftur til tilkallingartúrin hjá Teistanum kl.7.20, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann.
 
22.10.2021 - 09:28

Tá Spógvin sigldi úr Hesti í 2019 og 2020 tíðliga á morgni, vóru sera fáa fólk við.

Og ferðafólkatalið var minni í 2019 enn í 2018.

Ferðafólkatalið var 0,2 í miðal fyrsta túrin hjá Spógvanum kl.07.00, síðani eitt ella tvey fólk, tá farið var aftur til tilkallingartúrin hjá Teistanum kl.7.20.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, í svari til Høgna Hoydal, løgtingsmann. 

Erla Kongsdóttir kann sigla

Strandfaraskip landsins siga, at Erla Kongsdóttir kann sigla nakrar túrar á Hestleiðini um vikuna, til dømis úr Hesti kl.7.20.

Eftir ferðaætlanini í ár siglir Teistin 18 ferðir um vikuna beinleiðis millum Gomlurætt og Hest. 

Hetta er tað sama sum í 2016, 2017 og 2018. Tilkalling er til allar túrar.

Útoyggjafelagið og hestfólk ætla at skipa fyri einum tiltaki um samferðslu í Hesti 26.november.

Í Hesti búgva 18 fólk. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. mai
Vikan 31. mai 2025
192633
Leygardag 31. mai
Morgunlestur leygardagur 31.mai 2025
192277
Leygardag 31. mai
Upp á tá - 300525
192624
Fríggjadag 30. mai
Vikuskiftið 30. mei 2025
192617
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. mai
Veðrið
192615
Hósdag 29. mai
Andakt við Pól Johannesen
192558
Hósdag 29. mai
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
192552
Mikudag 28. mai
Ein dagur í Nuuk - teknmálstulkað
192506