Dagføra kunngerðina um foreldramyndugleika og samveru

Dagføra kunngerðina um foreldramyndugleika og samveru
Uppskotið um nýggja kunngerð er sent til hoyringar
Ásett verður, nær Familjufyrisitingin kann viðgera eitt mál um foreldramyndugleika, samveru og bústaðin hjá barninum.
 
28.05.2025 - 10:13

Kunngerðin um foreldramyndugleika, samveru og bústað hjá barninum er dagførd sambært lógini, sum kom í 2022.

Uppskotið um nýggja kunngerð er sent til hoyringar.

Uppskotið sigur millum annað, at avtalur um felags foreldramyndugleika kunnu fráboðast við elektroniskari undirskrift.

Ásett verður, nær Familjufyrisitingin kann viðgera eitt mál um foreldramyndugleika, samveru og bústaðin hjá barninum.

Ásetingar eru um barnaserkøna ráðgeving og mekling, og ásetingar eru um, hvussu og nær upplýsingar, sum koma undir ráðgevingini ella meklingini kunnu nýtast og latast víðari.

Les uppskotið um kunngerð her.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028