ÍF flytur niður saman við TB

ÍF flytur niður saman við TB
ÍF-leikararnir stríddust manniliga, og tað stóð á jøvnum 2-2 heilt inn til tað restaðu fimm minuttir av dystinum. Men so skrædnaði hjá fuglfirðingum.
Vónirnar til ÍF-hópin vóru stórar við kappingarbyrjan, men tað endaði við, at liðið noyddist ta tungu leið niður í 1. deild
Mynd: ÍF á Facebook  
 
24.10.2021 - 18:07

ÍF noyðist ta tungu leið niður í 1. deild næsta ár. 

Tað er greitt eftir at ÍF í dag tapti 5-2 móti NSÍ á heimavølli í Fløtugerði í Fuglafirði. 

Tá B68 samstundis vann sera sannførandi 6-1 móti TB á Svangaskarði, so var niðurflytingin hjá ÍF ein veruleiki. 

 

Stríddust manniliga

ÍF-leikararnir stríddust annars manniliga, og tað stóð á jøvnum 2-2 heilt inntil tað restaðu fimm minuttir av dystinum. Men so skrædnaði hjá fuglfirðingum. 

Málini hjá NSÍ skoraðu Klæmint Andrasson Olsen, ið gjørdi tvey, og Jørgen Nielsen, Aron Knudsen og Jakob Trenskov tvey. 

Málini hjá ÍF skoraðu Tóri Nolsøe Olsen og Emil Weihe Joensen. 

 

Úrslitini í hindum dystunum í dag vóru. 

B68 vann 6-1 móti TB á Svangaskarði á Toftum.

HB vann 5-0 á 07Vestur á Dugnasandi í Sørvági.

Og føroyameistararnir úr KÍ vunnu 2-1 á EB/Streymi í Djúpumýru í Klaksvík. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938