B36 heitir á FSF um at útseta síðsta leikumfar

B36 heitir á FSF um at útseta síðsta leikumfar
Eingin annar spælari í B36-hópinum er smittaður við koronu, men seks spælarar skulu í sóttarhald. Tí heitir B36 á FSF um at útseta síðsta leikumfar
 
25.10.2021 - 13:45

B36-spælarin, sum í gjár fekk staðfest koronu, hevur ikki smittað nakran annan spælara í B36-hópinum. 

Hetta skrivar B36 á sínari Facebook-síðu. 

Dysturin hjá B36 móti Víkingi var útsettur í gjár, tí ein B36-spælari fekk staðfest koronu beint fyri dystarbyrjan. 

Allir hinir spælararnir, og fólk kring hópin, blivu alt fyri eitt kannað fyri koronu, tí smittaði spælarin hevur vant við liðnum dagarnar upp undir dystin. 

Kanningarnar hava nú staðfest, at eingin annar B36-spælari er smittaður. 

Men av tí, at seks spælarar í B36-hópinum ikki eru koppsettir, skulu hesir sita 10 dagar í sóttarhaldi, og tað sóttarhaldið gongur út hósdagin, 4. november. 

B36 hevur tí heitt á FSF um at útseta seinastu landskappingardystirnar, til hesir seks spælararnir aftur eru tøkir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809