Flúgva ikki til New York í ár

Flúgva ikki til New York í ár
Atlantsflog hevur nú 80 prosent av ferðafólkatalinum, sum var í 2019
Atlantsflog fekk øll neyðug loyvi at flúgva til New York, men so kom korona. Og nú er greitt, at eingin flúgving verður til New York í hesum árinum.
 
27.10.2021 - 11:45

Atlantic Airways hevði fingið øll loyvi, og ætlanin var at flúgva til New York í fjør vár, men so kom korona.

Síðani tá hevur ætlanin um New York ligið, meðan roynt verður at fáa flúgvingina í Evropa at rigga aftur. 

Og tað gongur framá, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways. Nú er felagið uppi á 80 prosentum sammett við 2019.

Um New York er einki greitt enn, annað enn, at hagar verður ikki flogið í ár.

Kunngjørt verður ikki um flúgvingina til New York, fyrr enn ferðir hagar verða lýstar til sølu, sigur Jóhanna á Bergi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 9. oktober
Vikuskitið 9 okt 2026
214575
Fríggjadag 9. oktober
LEITISSTEIN 09.10.2026 (Janus Rasmussen)
214567
Fríggjadag 9. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Eivør
214535
Fríggjadag 9. oktober
RagnarRokk: Andreas Clark um One Of Us
214014
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040