Fýra føroyskir svimjarar til heimsmeistarastevnuna

Fýra føroyskir svimjarar til heimsmeistarastevnuna
Fýra føroyskir svimjarar eru tiknir út til heimsmeistarastevnuna á stuttgeil, sum verður í Abu Dhabi í desember.
HM á stuttgeil verður í Abu Dhabi frá 16. til 21. desember
 
28.10.2021 - 12:53

Fýra føroyskir svimjarar skulu kappast í heimsmeistarastevnuni á stuttgeil, sum verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum frá 16. til 21. desember, skrivar svimjing.com.

Tey fýra eru Elisabeth Erlendsdóttir, Vár E. Eidesgaard, Bartal E. Eidesgaard og Johan Nónskarð Dam. Øll svimja í Havnar Svimjifelag. 

Venjari verður Kristian Martin Joensen, og Lis Gøthe í Jákupsstovu verður ferðaleiðari.

Tað er starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya, sum hevur tikið hópin út.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541