Pedagogfelagið tapti í gerðarrættinum

Pedagogfelagið tapti í gerðarrættinum
Fasti gerðarrættur hevur frídømt Kommunala arbeiðsgevarafelagið í einum trætumáli við Pedagogfelagið
Pedagogfelagið fór í Fasta gerðarrætt við einum trætumáli við KAF, men fekk ikki viðhald.
 
01.11.2021 - 09:56

Fasti gerðarrættur hevur frídømt Kommunala arbeiðsgevarafelagið í einum trætumáli, sum Pedagogfelagið legði fyri gerðarrættin, skrivar arbeiðsgevarafelagið á heimasíðu sínari.

Pedagogfelagið segði, at bara ein flokking er galdandi fyri námsfrøðingar, sum arbeiða í kommunalu forskúlunum. 

Pedagogfelagið segði, at námsfrøðingarnir eiga at fáa løn sum forskúlanámsfrøðingar, eisini námsfrøðingar, sum eru stuðlar hjá børnum við serligum tørvi. 

Løntir sum námfrøðingar

Kommunala arbeiðsgevarafelagið segði, at stuðlar hava altíð verið í forskúlunum, og at stuðlar verða løntir sum námsfrøðingar, tí uppgávan hjá stuðlunum er at stuðla børnum við serligum tørvi.

Stuðlar verða settir í starv í forskúlum sum vanligir námsfrøðingar á dagstovnaøkinum, og verða ikki settir í starv sambært forskúlakunngerðini, eins og forskúlanámsfrøðingurin, helt Kommunala arbeiðsgevarafelagið uppá.

Ein samdur Gerðarrættur tók undir við hesum sjónarmiði hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541