Heilsutrygd tapti sakarmál um heilsutrygdargjald

Heilsutrygd tapti sakarmál um heilsutrygdargjald
Menninir, sum sigldu við norskum skipum, eru frídømdir, og Heilsutrygd skal rinda teimum sakarmálskostnaðin
Heilsutrygd kravdi, at sjómenninir skuldu rinda heilsutrygdargjald í Føroyum, men Føroya rættur frídømdi menninar.
Mynd: Savnsmynd  
 
03.11.2021 - 12:20

Heilsutrygd skal gjalda tveimum sjómonnum 20.180 krónur hvør í sakarkostnaði.

Heilsutrygd stevndi monnunum, sum sigldu við norskum skipum, við kravi um, at teir viðurkendu, at teir skulu gjalda heilsutrygdargjald í Føroyum.

Men Føroya rættur frídømdi menninar.

Málið hevur verið umrøtt í nógv ár, tí sjómenn, sum sigla í øðrum londum, vilja sleppa undan at rinda tvey heilsutrygdargjøld.

Kærunevndin hevur sagt, at menn, sum sigla í Noregi og rinda til Folketrygd, ikki eisini eiga at rinda til Heilsutrygd í Føroyum.

Heilsutrygd avgjørdi longu á heysti í 2019 at fara í rættin við málinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Mikudag 1. juli
Skratsj 1. juli 2026
210398
Mikudag 1. juli
HM-tíðindi 1. juli 2026
210394
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360