- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúli og foreldur hava ábyrgd av at styrkja lesiførleika

- Bæði skúli og foreldur hava ábyrgd av at styrkja lesiførleikan hjá næmingunum.
Tað siga Regin Marnersson, skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum, og Janus Vang, formaður í Heim og Skúli, um úrslitini í nýggju PISA-kanningini.
At so nógvir næmingar hava ilt við at lesa og skilja tekst, kemur ikki óvart á Regin Marnersson, skúlastjóra.
Hann sigur, at ein orsøk er, at nógv børn og ung lesa ov lítið.
Regin Marnersson.
Somu fatan hevur Janus Vang, formaður í foreldrafelagnum Heim og Skúli, sum umboðar foreldur og verjar at børnum í føroyska fólkaskúlanum.
Janus Vang.
Foreldrini kunnu gera sín part við at vísa áhuga fyri lesingini og skúlagongdini hjá barninum. Bæði formaðurin og skúlastjórin vísa á, at skúli og foreldur mugu í felag arbeiða fyri at styrkja lesiførleikan hjá næmingunum.
Men í skúlanum er neyðugt at gera meira fyri at styrkja lesiførleikan, sigur Regin Marnersson, skúlastjóri.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
























