18 filmsverkætlanir býta 1,3 milliónir kr.

18 filmsverkætlanir býta 1,3 milliónir kr.
20 umsóknir komu inn, og søkt var um slakar tvær milliónir
18 filmsverkætlanir hava fingið stuðul úr Uttanríkis- og mentamálaráðnum, m.a. ein føroysk-pólsk framleiðsla um grindadráp.
 
11.11.2021 - 16:08

18 føroyskar filmsverkætlanir fáa nú  eina millión og 340.000 kr. í stuðli frá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. 

Stuðul verður latin til umsóknir um film í ársins seinna umfari.

20 umsóknir komu inn, og søkt var um tilsamans 1,9 mió. kr. Stuðulin fevnir um eitt nú hugskotsmenning, framleiðslu og útbreiðslu. Talan er um bæði dokumentarfilmar, stuttfilmar og spælifilmar.

Jón Hammer fingið mest

Tvær verkætlanir hjá Jón Hammer hava fingið mest í stuðli. Onnur verkætlanin eitur Kykmyndir, sum hevur fingið 200.000 krónur, og hin er Trom, sum hevur fingið 172.000 krónur. Sostatt hevur Jón Hammer fingið á leið ein triðing av øllum stuðlinum.

Av nýggjum verkætlanum kann nevnast, at Jonas í Dali Wagner hevur fingið 150.000 kr. til Tann óveruliga verðin hjá Aldu, ið er ein teknirøð til børn eftir unga leikstjóran, Tóka Jansson. Røðin viðger á skemtiligan hátt ymisk evni í gerandisdegnum, sum vaksin og børn kenna seg aftur í.

Grindráp úr ymsum sjónarhornum

Ein nýggj føroysk-pólsk framleiðsla hevur fingið 150.000 kr. Hon snýr seg um grindadráp, sum verður lýst úr ymsum sjónarhornum. Talan er um heimildarfilmin To Slay the Grind eftir Symphor Film v/Franklin Henriksen. Filmurin viðger nútíðar føroyingin, har menniskja, siðvenja og náttúra eru í miðdeplinum.

Jóna Kristin Thomsen hevur fingið 37.000 kr. í stuðli til eina røð av stuttfilmum, ið lýsa kreativar mannagongdir innan trý ymisk skapandi øki: veving, málningalist og leiklist. Endamálið við filmunum er at fremja fatanina av, hvat ein kreativ mannagongd er og fáa fram tankar og evni hjá dugnaligum føroyskum listafólkum og listhandverkarum.

Samlaða filmsjáttanin í 2021 er 2,9 mió. kr. Næsta stuðulsumfar verður lýst í desembur við freist 1. februar 2022.

Hesi hava fingið stuðul

Umsøkjari

Játtað

Symphor Film - Franklin S. Henriksen

150.000

KONTEKST v/ Pætur H. Evensson

30.000

Ferran Casterá og Havnar Sjónleikarfelag

104.000

Andreas Tykjær Restorff

20.000

Barbara Lervig

50.000

Marianna Mørkøre

47.500

Bavian-Projects I/S - Jens Jonas í Dali Wagner

150.000

focus - Fríði Birgirsson Olsen

52.000

Karen Sissal Kjartansdóttir Kristiansen

37.500

ÍVF TROM - Jón Hammer

172.000

Kykmyndir - Jón Hammer

200.000

Drive Studios - Heiðrik á Heygum

30.000

JKT framleiðsla - Jóna Kristin Thomsen

37.000

Terji Mohr Productions

35.000

88 Miles v. Marco Lorenzen - Mariann Sofiasdóttir

75.000

Helmsdal Media - Gudmund Helmsdal

75.000

Symphor Film - Franklin S. Henriksen

30.000

Bjørn Ulvedal Simonsen

45.000


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659