Ringasta ódn í Kanada í 100 ár

Ringasta ódn í Kanada í 100 ár
Tað hevur regnað meira enn 170 millimetrar, og ódnin hevur kravt í minsta lagi eitt mannalív
Tað er sera torført at bjarga fólki, sum sita føst í bilum, har vatnflóð er.
Mynd: RitzauScanpix  
 
17.11.2021 - 15:33

Eitt fólk hevur latið lív í ógvusligu ódnini, sum herjar í Kanada í løtuni. Sambært talsmonnum fyri kanadisku stjórnina, er hetta tann ringasta ódnin í meiri enn 100 ár.

Túsundtals húsarhald eru rýmd úr landspartinum British Columbia, síðani ódnin rakti.

Tað hevur regnað 174 millimetrar, og tað er met. Nógva avfallið hevur eisini við sær, at tað er sera trupult hjá bjargingarfólki at sleppa fram at teimum neyðstøddu.

Eitt, sum myndugleikarnir stúra fyri, er, at fólk fara inn í hús og handlar at stjala. 

Meira enn helvtin flýdd

Ein kvinna í býnum Merritt, segði soleiðis við CTV News Vancouver:

- Meir enn helvtin av fólkunum í býnum er flýdd. Tað sær út, sum dyrnar er latnar upp á víðan vegg, og øll kann taka tað, teimum lystir. Onki pláss er fyri okkum á nøkrum vistarheimi, so hvat skulu vit gera? Eg vil heldur vera í mínum egnu húsum, enn at sita í bilinum saman við djórum og børnunum hjá mær, segði kvinnan.

Serliga trupult er at sleppa fram at fólki, ið sita føst í bilum, eftir at fleiri skriðulop hava rakt høvðusvegir, sigur talsmaðurin.

Regnið hevur sett met endan mánaðin í landspartinum British Columbia. Met verður, at avfalli er áleið tríggjar ferðir meiri, enn vanligt er fyri hesa árstíð, skrivar BBC.

Vatnflóðin í Kanada rakar bæði fólk og fæ. (Mynd: RitzauScanpix)

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211530
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375