Svimjarar tiknir út til norðurlendsku meistarastevnuna

Svimjarar tiknir út til norðurlendsku meistarastevnuna
Ellivu føroyskir svimjarar skulu í hylin í norðurlendsku meistarastevnuni fyri juniorar og seniorar, sum verður í Upplands Väsby í Svøríki fyrst í desember
Fimtan føroyskir svimjarar skulu kappast til NM í Svøríki í desember
 
21.11.2021 - 21:11

Ellivu føroyskir svimjarar eru tiknir út til norðurlendsku meistarastevnuna fyri juniorar og seniorar, sum verður í Upplands Väsby í Svøríki hin 3. til 5. desember.

Tað hevur starvsnevndin hjá Svimjisambandi Føroya gjørt av.

Seniorarnir, sum skulu avstað, eru Alisa Vestergård (2003, Susvim), Eyðrið Mortensen (2002 HS), Ronja Ró í Dímun (2004, HS), Vár E. Eidesgaard (2001, HS), Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) og Johan Nónskarð Dam (2002, HS)

Juniorarnir, sum skulu kappast eru Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS), Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS), Lea Osberg Højsted (2008, Ægir), Róa Trygvadóttir (2008, Ægir) og Heini Mohr Askham (2006, Ægir).

Hesir svimjararnir hava antin klára kravtíðirnar ella fingið meir enn 600 FINA-stig síðan 1. september.



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860