Afturlit: Náttúruríka stórríkið í fátæka Afrika

bannari
22.11.2021 - 12:19
Aktuelt
Afturlit: Náttúruríka stórríkið í fátæka Afrika
Blóðug borgarastríð, korrupsjón og frændaveldi, víðfevnd brot á mannarættindi, umfarssjúkur og neyðarslig livikor hava fyri tað merkt spentu støðuna í Kongo.
 

Tað hevur ongantíð eydnast at sameina óføra stóra ríkið, sum nú eitur Demokratiska Lýðveldið Kongo.

Fortreytirnar fyri búskaparvøkstri hava í grundini altíð verið óvanliga góðar í landinum. Ráevni sum diamantar, gull, gummi, kopar, uran, koltan og kobolt eru í rakstrarverdugum nøgdum, men ríku samfelagsvirðini eru ongantíð komin samfelagnum til góðar. Onnur lond, fyritøkur og feløg, uppreistrarbólkar og lógloysingar hava forðað fyri, at ríkidømið er gagnnýtt mest skynsamt.

Heimsbankin hevur staðfest, at meginparturin av fólkunum liva í fátækradømi.

FAKTA

Demokratiska Lýðveldið Kongo

  • Høvuðsstaður: Kinshasa
  • Fólkatal: Umleið 100 mió. fólk
  • Vídd: 2,34 mió. km2
  • Mál: Franskt, lingala, kiswahili, kikongo, tshiluba
  • Trúgv: Kristindómur og islam
  • Miðal livialdur: 58 ár hjá monnum, 61 ár hjá kvinnum
  • Gjaldoyra: Kongo frankur

Forseti: Félix Tshisekedi

Félix Tshisekedi vann sum andstøðuleiðari forsetavalið í januar 2019. Hann tók við eftir Joseph Kabila, sum sjálvur loysti pápa sín, Laurent Kabila, av sum forseti í 2001.

Politiska støðan hevði tá verið spent í longri tíð. Joseph Kabila vildi ikki skriva út val í 2016, tá forsetaskeið hansara annars var runnið. Almenna grundgevingin var, at tað var ov kostnaðarmikið at skriva út val. Kabila sat av somu orsøk tvey ár longri enn grundlógin loyvdi honum.

Pápi Tshisekedi, Étienne, var somuleiðis andstøðuleiðari og seinni forsætisráðharri, meðan einaræðisharrin Mobutu Sese Seko stýrdi í áttatiárunum.

Félix Tshisekedi hevur verið forseti í Demokratiska Lýðveldinum Kongo síðan 2019

Tíðarlinja við nøkrum hæddarpunktum

1885

Kongo verður privatogn hjá belgisku kongsfamiljuni.

Árið fyri, í 1884 hittust ríkisovastar í Evropa á ráðstevnu í Berlin fyri at samráðsat um Afrika, og hvussu mest kundi fáast burturúr handilskoloniunum á afrikanska meginlandinum.

Í 1885 fær Leopold kongur II ræðisrættin á Kongo, og hann fór ikki fram við mýkindum, meðan hann ráddi.

Hetta var um sama mundi, at John Dunlop kom við slóðbrótandi hugskotinum at spenna gummi um hjólini á súkklum. Nógvi gummi var í Kongo, og Leopold vildi hava tað til høldar. Kongobúgvar livdu harðrent trælalív, og aktaðu tey ikki boðini frá kongi, vóru hendur og føtur eirindaleyst kvett av. Hetta var eitt afrikanskt holocoust, sum tað ofta verður umrøtt í søgubókum. Fleiri landslutir vóru fullkomiliga fyrilitarleyst avtoftaðir, og úti við helvtin av fólkunum vóru týnd.

Í Belgia fóru fólk at gera seg inn á fleiri standmyndir av Leopold kongi II í kjalarvørrinum av Black Lives Matter-rørsluni. Tað var m.a. fyri at mótmæla hansara ræðustýrið í Kongo

1903

Føroyski prædikumaðurin og trúboðarin, havnarmaðurin Daniel Jacob Danielsen, ið millum fólk er best kendur sum Dollin, var við myndatólinum við til at avdúka, at nógv fólk mistu hendurnar.

Hann fór saman við øðrum undir upplýsingarherð móti ræðuligu viðurskiftunum hjá fólkunum í Kongo, ferðaðist víða og helt fyrilestrar og vísti myndirnar, hann hevði tikið.

Til vinstru er tann helst kendasta myndin, sum Dollin tók, meðan hann var í Kongo. Til høgru sæst Daniel Jacob Danielsen, sum andaðist í 1916, 45 ára gamal

1908

Uppreisturin og mótmælini elvdu til ímóti harðrendu viðurskiftunum í Kongo elva til, at belgiski staturin tekur hjálandið frá kongi.

1960

Demokratiska Lýðveldið Kongo lýsir seg leyst av Belgia og vinnur egið sjálvræðið. Livikorini vóru kortini lítið batnað. Meginparturin livdi framvegis í armóð, undirstøðukervið var neyðarsligt, og heilsuverkið var í sera ringum standi. Bara 16 kongolesar høvdu akademiska útbúgving um hetta mundi.

Karismatiska tjóðarhetjan Patrice Lumumba, ein av undangongumonnunum og fremstu ímyndunum av víðtøknu loysingarvekingini í landinum, verður valdur til forsætisráðharra.

Hann hevði kortini óvinnandi trupulleikar at dragast við. Vikurnar eftir frælsislýsingina vóru blóðugar. Stríðsmegin framdi tvær miseydnaðar kvettroyndir, tveir av ríkastu landslutunum, Katanga og Kasai, royndu til fánýtis at slíta, og stutt eftir, í 1961, varð Lumumba myrdur.

Forsætisráðharrin Patrice Lumumba varð myrdur í 1961

1965

Hernaðarstýrið hjá Mobuto Sese Seko tekur valdið í krígsherjaða Kongo. Stjórnarskeiðið var merkt av kleptokrati, versnandi búskapi og óstøðugum viðurskiftum. Mobuto fór beinanvegin undir at jagstra og drepa politiskar andstøðingar fyri at berja niður alla andstøðu í landinum. Mobuto smæddist heldur ikki at flyta ríkidømið niður í egnar lummar, meðan meginparturin av fólkunum livdi í ringastu armóð.

Hann fekk skjótt í lag eina nýggja stýrisskipan, ið heimilaði honum stórt vald. Í sama viðfangi varð samtykt, at hansara politiski flokkur, MPR, var einasti lógligi politiski flokkur í landinum.

1971

Kongo Kinsaha, sum landið kallaðist, broytir navn til Zaire.

Tað var fyri at venda aftur til tann upprunaliga afrikanska siðaarvin. Landsluturin Katanga fær navnið Shaba, og tiltikna Kongoáin fær navnið Zaireáin.

Samstundis varð bann eisini sett fyri øllum kristnum fornøvnum og evropeiskum klædnavanum.

Mobuto Sese Seko og Ronald Reagan, forseti í USA

1980

Mobuto fær sum mest burturúr heimfevnandi Kalda Krígnum. Vesturheimurin og hann gjørdu sær dælt hvør av øðrum. Mobuto var í mong ár hildin at vera eyðsýnda bulvirki hjá vesturheiminum mótvegis kommunismuni á afrikanska meginlandinum. Eitt skifti umrøddi fyrrverandi amerikanski forsetin, Ronald Reagan, Mobuto sum sín vin.

Av somu orsøk var hildið, at vesturheimurin lat ikki við seg koma, meðan frændaveldi, valdsmisnýtsla og brot á mannarættindi gjørdust alt meira sjónlig tey árini, Mobuto ráddi fyri borgum.

1997

32 ára einaræðið hjá Mobuto endar. Í Afrika hevur eingin annar einaræðisharri hildið so leingi. Tá hann varð rikin burtur, var hann hataður sum eirindaleysi einaræðisharrin, sum neyðhelt um valdið í náttúruríka landinum.

Í nítiárunum, tá Kalda Kríggið var av, misti Mobuto tignina. Altjóða fíggjarfelagsskapir fordømdu oyðslið og vanstýrið, og vesturlendskar stjórnir átalaðu eisini harðliga tey umfatandi brotini á mannarættindi. Frakland, sum annars undir Kalda Krígnum var fremsti sameindi hjá Mobuto, sýtti honum innfaraloyvi. Í nítiárunum løgdu Belgia, Frakland og USA trýst á Mobuto at gera neyðturviligar ábøtur og fremja demokratiskar nýskipanir í landinum.

Í 1997 var mótstøðan og misnøgdin so stór, bæði innlendis og útlendis, at Mobuto varð kroystur at lata valdið frá sær og rýma av landinum.

Laurent Kabila stóð á odda fyri uppreistrinum, og hann fekk hollan stuðul frá herinum í Rwanda.

Kvettið í Kongo var eisini ein avleiðing av ófriðinum í Rwanda millum hutu- og tutsifólkið. Hermann av tutsiuppruna hjálptu Kabila til valdið í Kongo. Afturfyri vildu teir hava hendur á hutudrápsmonnum, sum Mobuto hevði givið friðskjól har eysturi í Kongo.

Mobuto doyði av krabbameini í 2001.

2001

Ein lívverji skjýtur og drepur forsetan Laurent Kabila.

Kabila hevði vent tutsihermonnunum í Rwanda bakið og fór í part við hutufólkinum í syndraða Kongo. Ein rúgvismikil frágreiðing staðfestir, at okkurt um 2,5 milliónir fólk eru dripin í blóðugum borgarastríði síðan 1998.

Sonur hansara, 32 ára gamli Joseph Kabila, tekur við sum forseti.

Laurent Kabila var forseti í Demokratiska Lýðveldinum Kongo í fýra ár, frá 1997 til 2001, tá hann varð myrdur

2006

Tjóðartingsval var í Demokratiska Lýðveldinum Kongo 30. juli.

Hetta var fyrsta forsetaval í landinum, síðan Patrice Lumumba varð valdur til forsætisráðharra í 1960.

Samgongan hjá Joseph Kabila vann søguliga tjóðartingsvalið.

Óð mótmælisfólk settu eld á hægstarættarbygningin, tí tey hildu, at forsetin Kabila vann við valsviki.

2019

Félix Tshisekedi vann sum andstøðuleiðari forsetavalið í januar 2019. Hann tók við eftir Joseph Kabila, sum sjálvur loysti pápa sín, Laurent Kabila, av sum forseti í 2001.

Politiska støðan hevði tá verið spent í longri tíð. Joseph Kabila vildi ikki skriva út val í 2016, tá forsetaskeið hansara annars var runnið. Almenna grundgevingin var, at tað var ov kostnaðarmikið at skriva út val. Kabila sat av somu orsøk tvey ár longri enn grundlógin loyvdi honum.

2020

Á 60 ára hátíðardegnum fyri loysingardagin 30. Juni 1960, bað Philippe kongur í Belgia um umbering fyri ræðuleikarnar, meðan Kongo var belgiskt hjáland. Í brævi, hann sendi forsetanum Félix Tshisekedi, segði hann harmast fortíðarinnar sár. Hetta var fyrstu ferð, at Belgia segði seg harmast tað, sum fór fram í Kongo.

Félix Thsisekedi, forseti í Kongo, og Philippe kongur í Belgia

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. desember
NiviNaja 1. partur
33485
Týsdag 30. november
Tauren Wells - LIVE
132084
Mánadag 29. november
Við Tórði á túri á Ískaiini í Havn
131976
Mánadag 29. november
Nón - 29. november 2021
131974
Mánadag 29. november
Norðurljóð 29.november 2021
131867
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. november
Dokumentarurin: Kongoránið
131988
Mánadag 29. november
3-2
131987
Mánadag 29. november
VIDEO: Ræst kjøt á ein øðrvísi hátt
131492
Sunnudag 28. november
Hvør veit?
131925