Undran um landsliðsvenjarasetan hjá Fimleikasambandinum

Undran um landsliðsvenjarasetan hjá Fimleikasambandinum
Havnar Fimleikafelag skilir ikki, hví venjarin handan besta oyggjaleikaúrslitið nakrantíð ikki er partur av nýggja landsliðstoyminum, sum Fimleikasambandið hevur sett
Anna Margit Dalsgaard er samskipari hjá kappingarliðunum hjá Havnar Fimleikafelag í amboð
Mynd: Kringvarp Føroya  
 
11.05.2026 - 10:35

Til oyggjaleikirnar í fjør vann føroyska fimleikalandsliðið heili 15 gull, átta silvur og seks bronsur.

Nú hevur Føroya Fimleikasamband kunngjørt nýtt venjaratoymi fram móti Betri Oyggjaleikum í 2027. Men Camelia Mihaela Mindricel, sum leiddi kvinnulandsliðið til besta oyggjaleikaúrslitið nakrantíð, er ikki partur av nýggja landsliðsarbeiðinum.

Tað vekir undran í Havnar Fimleikafelag, har Camelia er venjari til dagligt.

Camelia Mihaela Mindricel venur fleiri av teimum fimleikarunum, sum manna føroyska kvinnulandsliðið í dag, og sum stóðu fyri fleiri av teimum stóru føroysku úrslitunum á Oyggjaleikunum í fjør.

Anna Margit Dalsgaard, samskipari í Havnar Fimleikafelag, heldur, at okkurt er gingið galið millum Cameliu og Fimleikasambandið, men hon stúrir fyri, at kjakið um venjarasetuna kann fáa týdning fyri fimleikararnar, sum vilja royna seg á hægri støði.

Sambært ársfrágreiðingini fyri 2025 hjá Fimleikasambandinum, er aðalmálið at lyfta stigið hjá bæði fimleikarum og venjarum. Men í Havnar Fimleikafelag vísa tey á, at amboðsfimleikur á hesum støði krevur stórt álit millum íðkara og venjara.

Anna Margit hevur tí eina greiða áheitan á Fimleikasambandið um at finna eina loysn.

Kringvarpið hevði ætlanir um at hava Pól Esper Hansen, formann í Føroya Fimleikasambandi, í sjónvarpsstovuni til viðmerkingar, men hann bar seg undan.

Sí innslag í Degi og Viku her:

Fimleikur_8-inda_mai

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. juli
RagnarRokk 30.juli 2026
209740
Hósdag 30. juli
RagnarRokk: Phil Pendergast um Khemmis
209739
Mikudag 29. juli
Ringreiðin 2026
211376
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375
Mikudag 29. juli
Tingið verður sett - teknmálstulkað
211373