Magdalena Andersson var svenskur forsætismálaráðharri í sjey tímar

Magdalena Andersson var svenskur forsætismálaráðharri í sjey tímar
Sjey tímar var alt, ið Magdalena Andersson fekk í forsætisráðharrastólinum í Svøríki, tí hon er longu boðað frá, at hon fer frá sum forsætisráðharri
Magdalena Andersson eftir at hon fyrrapartin varð vald til forsætisráðharra í Svøríki
Mynd: Scanpix  
 
24.11.2021 - 17:07

Svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson, hevur longu boðað frá, at hon leggur frá sær.  

Tað gjørdi Magdalena Andersson á einum tíðindafundi bert sjey tímar eftir, at svenski ríkisdagurin hevði valt hana til forsætisráðharra. 

Hetta hendir eftir at Umhvørvisflokkurin hevur tikið seg úr stjórnini hjá Magdalenu Andersson.

SVT skrivar á heimasíðuni, at Magdalena Andersson hevur samstundis boðað formanninum í svenska ríkisdegnum, Anderas Norlén, frá, at hon er sinnað at leiða eina sosialdemokratiska einflokka-stjórn. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860